Tað var ikki einans í stóru høllini í Berlin í gjárkvøldið, at rómurin varð stórur, tá føroyska landsliðið í hondbólti megnaði at spæla javnt móti sterka norska landsliðnum.
Gleðin varð so sanniliga eisini stór í mongum føroyskum heimum. Eitt nú tá fleiri vinmenn møttust á Norðasta Horni at fylgja hesum søguliga dysti. Teir vóru púrasta ovfarnir og ovurfegnir um úrslitið. Neyvan hevði nakar teirra roknað við, at okkara menn fóru at standa seg so væl.
Úrslitið 26-26 var eisini væl uppiborið, nú tað ongantíð eydnaðist norðmonnum at leggja sjógv millum seg og unga føroyska landsliðið. Mesti munurin var trý mál, men stóran part av dystinum varð antin eitt ella tvey mál á muni, til Føroyar so í seinasta minutti javnaði.
-Tillukku Elias & Co. Væntandi fara tit aftur at gera um tykkum mánakvøldið siga teir fimm havnadreingirnir
Sera ernir av føroyska hondbóltslandsliðnum. -Nú skulu vit bara vinna á Pólandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald