2025-07-11 08:42

Føroyski oyggjaleikahópurin er í morgun lendur í Inverness í Skotlandi og skal seinni í dag víðari til Orknoyggjar, har oyggjaleikirnir verða settir í morgin.
Flogfarið hjá Atlantsflog við oyggjaleikaluttakarunum við fylgi fór úr Vágum um hálvgum seks tíðina í morgun, og verður væntandi ikki frammi fyrr enn um 15 tíðina seinnapartin.
Koyrt verður nú í bussum til Scrabster og síðani við ferju til Orknoyggjar.
Hópurin telur 101 fólk. Hvørji tey eru sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald