Annað

Oyggjaleikir 2023: Alment fráferðartiltak í SMS

Leygarmorgunin verður alment fráferðartiltak í SMS í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. – 14. juli – SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum klokkan 9 – 11.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-30 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarmorgunin 1. juli verður alment fráferðartiltak í SMS í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. – 14. juli, boðar Ítróttasamband Føroya frá í tíðindaskrivi.

Bíðitíðin hevur verið long síðani oyggjaleikirnir vórðu avlýstir vegna Covid-19 í 2021, men nú verða teir aftur. Fríggjadagin 6. juli setir oyggjaleikaferðaliðið kósina ímóti Guernsey. Føroyska ferðaliðið telur 113 íðkarar, 30 liðleiðarar, tveir dómarar og sjey umboð fyri ÍSF.

Íðkarirnir skulu kappast í tilsamans 11 ítróttagreinum, tær eru Golf, Kurvabóltur, Frælsur Ítróttur, Súkkling, Triathlon, Borðtennis, Bogaskjóting, Tennis, Badminton, Skjóting og Svimjing.

SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum klokkan 9 – 11. Sjálv skráin, ið sæst niðanfyri, byrjar kl. 10.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder