Hondbóltur

Pætur: - Vit skulu ikki til nakað afterparty nú

(Video) - Vit fáa verjuna at sita betri í 2. hálvleiki, Teis ger tað øgiliga væl og fáa kanska nakrar dømingar við. Nógv er tó eftir. Strikuspælarin Pætur Mikkjalsson spældi stóran leiklut í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-08 22:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta landsliðið er mín motivatión. Havi ikki spælt so nógvan hondbólt seinastu tíðina, men havi arbeitt knallhart sjálvur.

Pætur Mikkjalsson kom inn í føroysku verjuna um miðjan fyrra hálvleik og gjørdi tað ógvuliga væl, serliga í byrjanini av seinna hálvleiki, har Føroyar stóðu heilt væl.

Tað riggaði bara betri, sigur Pætur við Portalin. Sterki hoyvíkingurin spældi eisini nógv í 7 ímóti 6 í álopinum í sjey-máls sigrinum hjá Føroyum. Hann slær kalt vatn í blóðið undan seinna dystinum, sum verður í Skopje sunnudagin. Nógv skal gerast afturat, staðfestir 26-ára gamli strikuspælarin.

Fyrri play-off dysturin um HM- pláss
Høllin á Hálsi, mikudagin 8. mai
Føroyar - Norðurmakedónia 34-27 (18-14)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder