Seinnapartin í gjár varð tennisfinalan hjá monnum á Føroyaleikunum leikt í oysandi regni.
Í finaluni hittust Pætur M. Dahl og Jón Brekku, og vóru teir eisini seedaðir sum ávikavist nummar eitt og tvey undan kappingini.
Pætur var favorittur og legði seg beinanvegin greitt framum 4-0, og hann vann at enda 6-2 í fyrsta setti.
Í øðrum setti leikaði meira javnt á, og leikararnir fylgdust upp til 4-4, so spenningurin var stórur. Spurningurin var, um Jón kundi vinna settið og fáa ein tie-break í triðja setti.
Brekkan hjá Jón gjørdist tó ov brøtt at enda, og Pætur vann síðani tvey game á rað. Hann vann tískil annað sett 6-4 og gjørdist harvið tann fyrsti gullvinnarin hjá monnum á Føroyaleikunum.
Dysturin um triðja plássið var millum Annfinn Gaard og Inga Højsted. Annfinn vann 6-2, og 6-1, og fekk hann harvið bronsumerki á Føroyaleikunum.
Ingi Højsted, gjørdis ov stuttur ímóti Annfinni Gaard, sum tískil fekk bronsu
Í finaluni í B-kappingini hjá monnum vann Anders Rieks 6-4, og 6-1 ímóti Stefan í Skorini.
Danin Anders Rieks (tv) vann b-kappingina, ið er kapping fyri allar leikararnir, ið tapa áðrenn hálvfinalurnar, á Stefan í Skorini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald