Føroyingauppgerð var í aðrari íslendsku steypahálvfinaluni í gjárkvøldið, og tað gjørdist ikki lítið spennandi, tá Breiðablik var á vitjan á Akureyri. Áleypararnir úr Rituvík og Skálavík spældu eisini stórar leiklutir, hóast báðir byrjaðu á bonkinum.
Málleyst var til tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá heimaliðið legði seg á odda. Pætur Petersen og Klæmint Andrasson Olsen komu á vøllin næstan samstundis - í 64. og 67. minutti - og Klæmint javnaði fyri Breiðablik í 86. minutti. Tá var landsliðsáleyoarin hægstur mitt fyri málið og stútaði innlegg úr høgru í málið umvegis stólpan. 1-1 og fimm minuttir seinni kom Breiðablik á sigurskós við beinleiðis frísparki.
Tá sá brádliga næstan vónleyst út hjá KA, men eftir 96 minuttir, og í samband við hornaspark, fekk Ívar Örn Árnason skumpað bóltin í málið til 2-2. Hetta tryggjaði longda leiktíð, men beint fyri steðgin fekk Breiðablik brotsspark. Pætur Petersen varð dømdur fyri at fella viðleikara - hetta sá ógvuliga tunt út - og so varð 2-3.
Øll málini síggjast í broti her á ruv.is
Pætur gjørdi tó skaðan góðan aftur. 25-ára gamli áleyparin hevur eisini verið eitt sindur í brennideplinum saman við fleiri liðfeløgunum, tí teir vóru ov leingi í Reykjavík eftir dyst herfyri uttan loyvi frá felagnum - Pætur vitjaði tó bara skadda Breiðablik-spælaran Patrik Johannesen. Í 117. minutti í gjárkvøldið var hann á rætta staðnum í Breiðablik-brotsteignum og javnaði. Álopskendi spælarin søkti støðuna, kastaði seg fram til innlegg úr høgru og stýrdi bóltinum í málið við høvdinum í málið
Harvið gjørdist skálvíkingurin ógvuliga avgerandi, tí KA Akureyri vann í brotssparkskappingini. Heimaliðið misnýtti annars sítt fyrsta og triðja brotsspark, men eftir at Breiðablik hevði skorað sítt fyrsta skot úr ellivu metrum, brendu teir í grønum tey næstu trý. Tað síðsta av teimum skeyt Klæmint Olsen uppum.
Klæmint kom inn og javnaði fyri Breiðablik men var eisini ein av treimum, ið brendi í brotssparkskappingini (Skýggjamynd - RÚV)
KA Akureyri kundi harvið avgera alt við sínum fimta, og tað gjørdi spaniólin Rodri kaldliga. So brast fagnaður á, á Akureyri. KA er í sínari fyrstu steypafinalu síðani 2004. Liðið hevur ongantíð vunnið íslendsku steypakappingina, men Pætur Petersen og hinir fáa møguleikan aftur 26. august.
KA skal spæla móti einum Reykjavík-felagi: Víkingi, við Gunnari Vatnhamar á liðnum, ella KR. Hálvfinalan millum tey varð fyribils útsett. Víkingur skal í næstu viku royna seg í Conference League, eins og KA. Breiðablik skal spæla í 1. umfari í Champions League móti Schamrock Rovers í Írlandi.
Les eisini: Klæmint og Breiðablik víðari eftir enn ein stórsigur
Hálvfinala í íslendsku steypakappingini
Í gjár, 4. juli á Akureyri
KA Akureyri - Breiðablik 6-5 eftir brotssparkskapping (3-3 eftir vanliga leiktíð)
Brot frá dramatisku hálvfinaluni síggjast á síðuni her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald