Fótbóltur

Pætur Petersen til Hillerød

Tað verða framvegis tveir føroyingar við danska fótbóltsfelagnum - eisini eftir at Adrian Justinussen er farin víðari til AC Horsens.

Pætur Petersen í landsdysti í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen í landsdysti í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-15 14:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða framvegis tveir føroyingar við danska fótbóltsfelagnum Hillerød, eisini eftir at Adrian Justinussen er farin til AC Horsens.

Hillerød Fodbold skrivar í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamla áleyparan Pætur Petersen, og verður sostatt annar føroyingurin saman við Poul Kallsberg.

Christian Lønstrup, venjari, sigur soleiðis um nýggja leikaran:

- Pætur hevur henda seinasta mánaðin vant við okkum og spælt venjingardystir, eitt nú móti Hvidovre IF, har upp á stutta tíð vísti, hvat hann hevur í sær. Tí hava vit valt at gera avtalu við hann, og vit vóna, at hann kann koma á liðið og lyfta álopsspælið eftir at felagið nú missir Adrian ( - Justinussen, red.) og Monday (Monday Etim úr Nigeria, red.).

Sjálvur sigur Pætur, at hann gleðir seg til at gerast partur av einum professionellum hópi, sum hevur tikið væl ímóti honum. Málið er at hjálpa Hillerød til at vera millum bestu liðini í deildini.

Donsku fótbóltsfeløgini hava jólastøðg nú. Hillerød tekur upp venjingina aftur 8. januar.

Pætur Petersen hevur í Føroyum spælt við B36, EB/Streymi, HB, KÍ og aftur B36. Hann hevur eisini spælt eitt skifti við KA Akureyri í Íslandi.

Hann er skrásettur fyri 11 dystir og tvey mál á A-landsliðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder