2023-12-16 16:30
25 ára gamli skálvíkingurin Pætur Joensson Petersen verður í bláum næstu tvey kappingarárini. Hesum boðar KÍ frá í dag.
Hann hevur seinasta árið spælt á Akureyri í Íslandi, men hann vendir nú heim aftur til føroyskan fótbólt.
Pætur spældi sín fyrsta dyst í meistardeildini í 2015. Hevur spælt á øllum landsliðum og síðstu tvey árini úttikin til A-landsliðið.
Pætur Petersen hevur áður umboðað B36, EB/Streym og HB.
Rúni Heinesen, næstformaður í KÍ, og Pætur Petersen (Mynd: KÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald