Fótbóltur

Páll: - Landsliðið er farið fyri mítt viðkomandi

Tað hugsi eg slett ikki um longur, sigur toppskjúttin í Betrideildini. Páll Klettskarð staðfestir, at avrikið móti NSÍ í gjár als ikki var nakað signal til landsliðsvenjaratoymið, tí hann sær seg ikki sum tøkan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-02 09:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt lítið smíl og nikk við høvdinum tá landsliðið verður nevnt og síðani ein greið og stutt staðfesting. Tað er ikki yndisevnið at tosa um hjá Páll Klettskarð, men nú slær hann fast, at hetta er farið í verandi støðu.

Høvuðsvenjarin á A-landsliðnum, Håkan Ericson, segði eisini í samband við A-landsliðsúttøkuna í farna mánaða - har Páll Andrasson Klettskarð ikki var á listanum - at hann kendi seg sum ein papageyk, tá hann varð spurdur um tað. Tað var ein endurtøka, tí teir kenna dygdirnar hjá KÍ-áleyparanum, men bert ein veruligur boksspælari (9'ari) skal takast út, og har er Klæmint Andrasson Olsen, enn sum áður, frammanfyri í køini.

[object Object]Páll Klettskarð var aftur avgerandi fyri KÍ í gjár - áleyparin skoraði tvey mál móti NSÍ og hevur nú sjey mál í fýra skrásettum dystum í kappingarárinum 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint hevur eisini skorað metnógv mál á A-landsliðnum - saman við Rógva Jacobsen (10 mál). Tað er tó ikki so løgið, at spurningurin aftur og aftur stingur seg upp í samband við landsliðsúttøkur: Hví er Páll Klettskarð ikki við?

Tí hví kunnu Føroyar ikki hava tveir boksspælarar við - í øllum førum onkuntíð. Liðið hevur millum annað spælt við tveimum áleyparum nakrar ferðir bert seinasta árið, og tá Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson vórðu skiftir út í heimadystinum móti Moldova, og Føroyar manglaðu eitt mál, ja so vantaði okkurt í brotsteignum.

Avrikini hjá Pálli í Betrideildini og í fleiri evropeisku dystum vísa eisini, at hann kann gera nógv mál, vera avgerandi og arbeiða hart. Klaksvíkingurin hevur verið sterkur í nógv ár og hevur nú 189 landskappingarmál í Føroyum og hevur millum annað eitt evropeiskt hattrik og eitt bólkaspælsmál á CV'num.

Tá so Páll Klettskarð í gjár skoraði tvey rætt áleyparamál móti NSÍ - tá KÍ veruliga tørvaði tað - tosaðu vit við KÍ-liðformannin á degnum. Hann er ikki nógv fyri at tosa um egið avrik, men meira um liðið, og í mun til landsliðið, var Páll Klettskarð greiður, tá Portalurin til seinast spurdi, um málini - nummar fimm og seks í Betrideildini 2024 - eisini vóru eitt signal til landsliðsvenjaratoymið. 

- Landsliðið er farið fyri mítt viðkomandi. Hetta hugsi eg als ikki um.

Tað hevur ikki verið nakað endaligt nei til landsliðið enn, men nú Páll Andrasson Klettskarð nærkast sínum 34-ára føðingardegi lýsir hann seg sum so ikki tøkan í verandi støðu.

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð til landsliðsvenjing í Moldova í fjør. Hetta er einastu ferð seinastu árini, at áleyparin er úttikin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hann tykist eisini at vera aftarliga í "álopskendu bíðrøðini" í hópinum, og hevur vegna støðuna ikki sjálvur landsliðið í hugaheiminum longur.

Tað er tí helst ógvuliga ósannlíkt, at toppskjúttin í Betrideildini verður aftur í landsliðstroyggjuni.

Páll Klettskarð varð tikin út í mars í fjør - fyri fyrstu ferð undir verandi landsliðstoymi. Tá fekk hann seinastu tólv minuttirnar, umframt yvirtíð, í Moldova. Tá vóru Føroyar undir stórum trýsti, og eru hetta einastu minuttirnir hjá Pálli á landsliðnum síðani mars 2017. Hann hevur 13 skrásettar A-landsdystir og einki mál.

Les eisini: Føroyameistararnir vendu 0-2 til 3-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder