
KÍ tapti fyrr í kvøld 2-1 í Gundadali fyri Zalgiris Vilnius í fyrsta undaumfarið í Evropa League. Útiliðið kom á odda stutt fyri hálvleik eftir hornaspark í hesum fyrra dystinum, men Jóannes Bjartalíð javnaði við brotssparki eftir ein tíma. 1-1 sá út til at gerast endaliga úrsltiið, men so fekk KÍ sum vátan vøttin, tá litavar skoraðu í yvirtíðini; aftur uppá horna.
Vit fingu orðið á liðformannin hjá klaksvíkingum eftir dystin. Páll A.Klettskarð stríddist sera væl í álopium hjá KÍ í kvøld, og hann var sum vera man vónbrotin eftir seinasta bríksl; bæði um úrslitið men eisini um mátan tað hendi uppá:
- Tað kennist eyka tungt, tá tað eru tveir deyðbóltar, sum avgera dystin. Og serliga tá 2-1 málið kemur so seint, og tá vit halda, at vit hava ein javnleik, sum er eitt fínt úrslit. So at tað kemur i evstu løtu, tá er tað eyka súrt.
KÍ stríddist sera væl, og Páll var eisini væl nøgdir við avrikið, og háttin sum KÍ heldur mótstøðuliðnum burtur:
- Okkara ætlan heldur; vit halda teimum so at siga burtur frá opnum møguleikum. Hetta er sjálvandi eitt lið, sum er øðiliga torført at halda niðri í 90 minuttir, men eg haldi, at vit gera tað øðiliga væl stóran part av dystinum
KÍ skal nú til at skora minst tvey mál í litaviska høvuðsstaðnum næsta hóskvøld. Liðformaðurin hjá KÍ sær ljóst uppá tað, hóast útgangsstøðið ikki er nakað serligt
- Sjálvandi síggja vit møguleikar í seinna dystinum. Vit trúgva altíð uppá tað, og vit ætla at spæla okkara møguleika. Tað verður ógvuliga torført; hetta er eitt sterkt lið, men vit fara at gera tað sum vit kunna.
Les meira um dystin her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald