Fótbóltur

Páll er til reiðar at byrja inni

Magne Hoseth so gott sum avdúkaði á tíðindafundinum á Tórsvølli, at toppskjúttin í Betrideildini verður millum teir fyrstu 11 í bólkaspælsdystinum í morgin.

Magne Hoseth lat aftur 9'aran spæla 90 minuttir sunnudagin. Í morgin skal Páll Klettskarð royna at

Magne Hoseth lat aftur 9'aran spæla 90 minuttir sunnudagin. Í morgin skal Páll Klettskarð royna at "koppa prosentunum" (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-04 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi sagt fleiri ferð í summar, at tað er 90/10 til mótsstøðuliðið, og at vit so skulu royna at koppa prosentunum yvir til okkum. Hesaferð vil eg siga, at tað er 95/5 prosent. Hetta er eitt stórfelag í Evropa, sum kemur at vitja. Spælarar hjá Lille hava spælt í millum annað Premier League og La Liga. Hetta er ein stórhending fyri okkum og føroyskan fótbólt. Tað er søguligt - “history in the making”

Soleiðis byrjaði Magne Hoseth tíðindafundin í trappustovuni á Tórsvølli í dag. KÍ hevur júst havt sína síðstu venjing áðrenn søguliga evropeiska dystin her í annaðkvøld. 

Páll Klettskarð var við høvuðsvenjara sínum. Hann segði soleiðis um vónirnar undan uppgeðrini móti franska stórfelagnum

- Vit vita sjálvandi, at tað verður ein ógvuliga torfør uppgáva. Tó trúgva vit altíð uppá, at tað ber til at skapa eitt úrslit í evropeisku dystunum; hava jú víst tað ferð aftaná ferð í summar.

[object Object]
Gott lag á Páll Klettskarð, nú hann sær fram til at gera mun á vøllinum til evropeiskan fyri KÍ aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Tá ein spælari er við til tíðindafund dagin fyri dyst, merkir tað ofta, at hann skal byrja inni. Hetta er ikki 100 prosent vist, men Portalurin spurdi, um ætlanin er at Páll fer at bryja inni fjórða dystin á rað, nú bæði Luc Kassi og Sivert Gussiås eru ivasamur.

- Tað er í øllum førum uppá tal. Páll hevur spælt teir seinastu dystirnar og kennir seg væl. Eg tordi næstan ikki at taka Páll út síðst, tí hann vil so gjarna spæla, nú hann er til reiðar aftur, segði Magne Hosth flennandi.

[object Object]
Magne Hoseth tosaði um prosentir, Páll Klettskarð og dystarætlan (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Venjing var á skránni eftir tíðindafundin (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin hjá KÍ staðfestir, at áleyparin verður betri fyri at spæla nógv beint nú, og toppskjúttin í Betrideildini er við at koma heilt fyri seg. Páll Klettskarð viðurkennir, at tíðarskeiðið í summar við nógvari evropeiskari viðgongd hevur verið stuttligt men eisini eyka strævið fyri hann.

- Eg havi fegnast saman við liðfeløgunum, og tað hevur verið fantastiskt. Tó hevur tað verið tungt at sitið uttanfyri og ikki fingið spælt. Tað er ikki gingið upp fyri mær heilt enn, at vit eru í einum bólkaspæli, og løtan tá eg slapp á vøllin í Bratislava var serlig.

33-ára gamli áleyparin hevur ikki byrjað inni í evropeiskum dysti í ár. Nú verður tað helst. Magne Hoseth staðfesti annars, at KÍ skuldi gera tað sama, sum í undanfarnum evropeisku dystunum: Verja ógvuliga væl, hótta tá støðurnar eru har og eisini vera "passaliga djarvir" við bóltinum - tað nyttar ikki bert at standa og verja, men umráðandi er at hava bóltin í løtum.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli í morgin verður klokkan 17.45. Atgongumerki kunnu keypast her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder