Síðani føroyski ítróttarheimurin hevur latið dyrnar upp fyri billardspælinum er áhugin fyri hesi serstøku ítróttargreinini nógv vaksin. Og tað kom til sjóndar í dag, tá finaluumfarið fyri einstaklingar varð spælt í snotuligu hølunum í Klaksvík, og har eingin minni enn sjálvur borgarstjórin vitjaði og handaði steyp.
Vinnari og føroyameistari gjørdist ein billardsnillingur av Tvøroyri. Hóast nógvir frægir billardspælarar finnast kring alt landið, so hevur Páll Heri Nolsøe víst, at hann telist millum teir bestu nakrantíð.
Og hetta prógvaði ungi tvøramaðurin aftur í dag, har hann megnaði at vinna á so frægum spælarum sum Halli Joensen og Ólavi Kjølbro.
Ólavur Kjølbro, sum vann á Páll Hera í fjør, mátti lúta fyri nýggja meistaranum í semifinaluni, ið gjørdist ómetaliga jøvn og spennandi. Áhugarvert er at bíta merki í, at teir tríggir oddapælararnir í dag vunnu ávikavist FM heitið í ár, í fjør og fyrrárið.
Karl Johansen, borgarstjóri og aðrir klaksvíkingar hava nógv at takka Haldor Holm fyri at hava gjørt Klaksvíkina til tað føroyska billardmekkaðið. Tá varð ásannað í dag. Mynd Jan Müller.
Borgarstjórin í Klaksvíl, Karl Johansen, var sum ikki einaferð á rætta stað til røttu tíð og heilsaði bæði vinnandi spælarunum og teimum mongu, sum vóru komin at fylgja við, nú billard er vorðið enn ein fólksins ítróttur.
Portalurin fer at kunna meira um billardkappingarárið, sum nú er lokið, í komandi grein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald