Annað

Páll Heri Nolsøe vann Haldor Holm Cup

Ungi tvøramaðurin vísti aftur og aftur framúrskarandi spæl í Klaksvík leygardagin. Nr. 2 gjørdist Kristian Sune Høgnesen og nr. 3 Urbanus Olsen.

Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag var fullkomiliga suverenur, tá hann leygadagin vann Haldor Holm Cup. Mynd Jan Müller

Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag var fullkomiliga suverenur, tá hann leygadagin vann Haldor Holm Cup. Mynd Jan Müller

2023-10-09 15:41 Author image
Jan Müller
placeholder
Leygardagin varð Klaksvík karmur um stóru landsumfevnandi billardkappingina “Haldor Holm Cup”. 16 spælarar úr Havn, Tvøroyri, Runavík og Klaksvík vóru við. 

[object Object]
Páll Heri Nolsøe vinnari av Haldor Holm Cup 2023, hm. Kristian Sune Høgensen, sum vann silvur og síðani Urbanus Olsen, sum vann bronsuna. Mynd Jan Müller


Tað var ongantið nakar ivi um, hvør fór at vinna, tí heilt frá byrjan til enda var ungi tvøramaðurin Páll Heri Nolsøe fullkomiliga suverenur. Róliga og trygt feldi hann eina keylu fyri og aðra eftir og vann allar sínar dystir fyri til seinast at enda í finaluni.

Har møtti hann mest vinnandi spælaranum í Haldor Holm Cup øll árini, Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag og vann tryggan sigur uppá 4-1. Í hálvfinaluni vann hann á Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag við 4-0.  Hina hálvfinaluna vann Kristian Sune Høgnesen á Urbanus Olsen eisini úr Klaksvíkar Billardfelag við 4-1. Urbanus vann kappingina í fjør. Í dystinum um triðjaplássið vann Urbanus á Jógvani við 2-1. 

Haldor Holm Cup er upphiting til føroyameistakappingina fyri lið, sum byrjar komandi vikuskiftið. 

[object Object]  

[object Object]
Kristian Sune Høgensen "is still going strong" hóast mongu árini í føroyskum billard og megnaði at vinna silvur. 

[object Object]

[object Object]
Ólavur Kjølbro, verandi Føroyameistari hevði ikki sín besta dag í Haldor Holm Cup hesaferð. 

[object Object]

[object Object]

Flemming Isaksen úr Klaksvíkar Billardfelag var nærum flúgvandi, tá hann í fyrstu uppgerðini mundi vunnið á stórspælaranum Kristian Suna Høgnesen. 

[object Object]

Umstøðurnar til bæði billardspælarar og hyggjarar eru framúr góðar í Klaksvík

[object Object]

Ein av "the grand old men" í Klaksvíkar Billardfelag (fyrr Klubba) Karl Martin Samuelsen handar vinnarunum steyp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder