Tað tók allar føroyskar billardspælarar á bóli, tá verandi føroyameistarin, tann ungi tvørámaðurin Páll Heri Nolsøe, fyri løtu síðani setti eitt rimmar føroyskt billardmet. Hann megnaði at vinna seg í finaluna við einum stórsigri á fleirfalt føroyameistaranum úr Klaksvík, Kristian Suna Høgnesen við einum úrsliti vit ongantíð áður hava sæð innan føroysku billardítróttina.
Tað skuldu einans trý umfør til, tá Páll Heri náddi magiska talinum 500 og fekk annað plássið í finaluni, sum verður spæld seinnapartin. Við hesum úrslitinum, sum eingin í føroyskum billard hevur verið nær námind áður, fekk hann eitt nærum ræðandi meðaltal uppá 166,66 eygu. Hann verður ikki lættur at syfta í finaluni.
Vit hava tó fingið tveir teir bestu spælararnar í føroyskum billard í hesa finaluna. Teir hava gjøgnum alt billardárið víst framúrskarandi úrslit. Meðan Páll Heri hevur verið føroyameistari tvær reisir hevur Ólavur sítt fyrsta FM heiti fyri einstaklingar til góða. Um tað verður í dag veldst um egna styrki men so sanniliga eisini um, hvat sterki mótstøðumaðurin fer at tveita úr ermuni.
Páll Heri Nolsøe setti føroyskt met, tá hann fyrrapartin vann við 500-2 á Kristian Suna Høgnesen og hevði góð 166 eygu meðal í trimum umførum.
Mótstøðumaðurin Kristian Sune fekk ikki eitt bein til jørðina og mátti lata sær lynda við 2 eygum. Tey trý umførini hjá Páll Hera endaðu við 146, 180 og 174 eygum.
Seinnu hálvfinaluna vann Ólavur Kjølbro á Niels Nielsen. Finalan verður spæld klokkan 15 í dag. Í løtuni verður spælt um 3. plássið millum Kristian Suna Høgnesen og Niels Nielsen.
Kappingin fer fram í Havnar Klubba og er atgongd eisini hjá almenninginum.
Ólavur Kjølbro og Páll Heri Nolsøe, sum skulu í "eldin" seinni í dag og spæla um, hvør skal gerast føroyameistari í billard 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald