Fótbóltur

Páll Klettskarð triði føroyingurin við evropeiskum hattrikki

Olgar Danielsen skoraði øll trý málini fyri KÍ í 3-2 sigrinum á Maccabi Haifa á Svangaskarði í 1995 - Klæmint Andrasson Olsen hevur tvær ferðir áður gjørt hattrikk fyri NSÍ á Svangaskarði í evropeiskum dysti.

Páll skoraði tríggjar ferðir, tá Kí knústi Dinamo Tbilisi (Mynd: Sverri Egholm)

Páll skoraði tríggjar ferðir, tá Kí knústi Dinamo Tbilisi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-25 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 6-1 sigurin hjá KÍ á Dinamo Tbilisi í gjárkvøldið gjørdist greitt, at føroyameistararnir næsta hósdag skulu spæla um at koma í bólkaspælið í Europa League.

Les eisini: 

KÍ skrivaði evropeiska søgu

Størsti evropeiski ósigurin hjá Dinamo Tbilisi síðani 1997

Tað gjørdist eisini greitt, at nú hava tríggir føroyingar skorað í evropeiskum fótbólti, og at tveir av teimum eru klaksvíkingar. Fyrstu ferð eitt føroyskt felag vann ein evropeiskan dyst á vøllinum  - HB vann á skrivaraborðinum í 1993, tí RAF Jelgava ikki fekk lent í Vàgunum orsakað av mjørka - var í 1995. Tá varð Olgar Danielsen skiftur inn í hálvleikinum í  Cup Winners' Cup dystinum móti Maccabi Haifa á Svangaskarði, og innan 19 minuttir í ringa veðrinum skoraði maðurin, ið framvegis er toppskjútti hjá KÍ í evropeiskum samanhangi við fimm málum, hattrikk. KÍ vann 3-2 men tapti samanlagt 6-3.

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen fegnast um eitt av sínum málum móti Barry Town (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen er metmálskjúttin í føroyskum fótbólti og fer heilt skjótt at koma upp á 200 mál í Betrideildini. Rituvíkingurin hevur sjey mál í Evropa, harav tvey hattrikk sum eru komin seinastu trý árini. Í 2018 skoraði Klæmint tríggjar ferðir, tá NSÍ tapti 6-4 fyri Hibernian á Svangaskarði. Í august í ár eydnaðist tað hjá NSÍ at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti fyri fyrstu ferð, og tað var millum annað einum Klæmint Olsen-hattrikki at takka. NSÍ vann 5-1 á Barry Town United í Europa League-undanumfarinum.

[object Object]
Bjartalíð var sjálvandi við í einum

So er tað Páll Klettskarð, ið er javngamal við Klæmint. 30-ára gamli áleyaparin hjá KÍ hevur 126 mál í Betrideildini - frammaundan dystinum í gjár hevði hann eitt evropeiskt mál í 14 dystum - málið til 2-0 í sigrinum á Birkirkara í 2018. 9' arin var sera týdningarmikil í endaspurtinum í FM-stríðnum hjá barndómsfelagnum í fjør, og í gjárkvøldið var hann sera effektivur á Tórsvølli: 

60. min (3-0): Odmar Færø sendir ein langan bólt fram, ið annar av miðverjunum hjá Tbilisi ikki fær bilbukt við. Páll órógvar, fær fatur á bólktinum, rekur inn í brotsteiginum og leggur bóltin trygt í málið við vinstra beininum

70. min (4-0): Fríspark til KÍ í høgru, nakað uttanfyri brotsteigin. Jóannes Bjartalíð leggur væl innfyri, Páll rennur rætt, verður púra fríur og stútar bóltin í málið 

73. min (5-0): Triðja málið innan fimm minuttir. Beint eftir eitt dreymahøgg frá Pernambuco svarar KÍ aftur. Patrik Johannesen við beinleiðis frísparksroynd, áleið frá sama staði sum undanfarna fríspark, málverjin hálvbjargar góðu royndini, og Páll Andrasson Klettskarð er til reiðar, sum ein rættur áleypari, og skumpar bóltin inn til 5-1 til KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder