2018-12-20 13:22
Seinastu 10 árini hava hjúnini Páll Lervig og Torgerð í Lágabø í Vági skipað fyri sjavskappingum til frama fyri FC Suðuroy. Tilsamans hava tey hesi árini savnað inn gott og væl 1 mió. kr. til felagið.
Páll greiðir Suðurrás frá, at tey skipaðu fyri fyrstu sjavskappnigni tann 28. oktober 2008.
Formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, sigur við heimasíðuna, at tað hevði verið ómetaliga trupult at rikið felagið uttan tílík fólk sum Páll og Torgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald