Hetta var kvøldið, har HB av álvara kundi seta eld í FM-stríðið, men KÍ og Páll Klettskarð køvdu hann.
Talan var um varnan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at hava leikliga yvirvág. Mathias Præst Nielsen var ikki heilt langt frá eftir hornaspark, men annars vóru tað teir í bláum, sum høvdu vandamiklu skotroyndirnar. Tíðliga í dystinum var Bjarti Vitalis Mørk noyddur at stórbjarga, tá Árni Frederiksberg royndi seg.
Eftir ein tíma gekk tað tó ikki. Árni setti eitt av sínum vandamiklu hornaspørkum tætt at málinum, og HB-málverjin og verjuspælari beindu bóltin víðari í málið.
Bjarti Vitalis Mørk megnaði ikki heilt at verja fyri hornasparki frá Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)
Heimaliðið var kroyst at vinna og svaraði eisini beinanvegin aftur, og longu tveir minuttir seinni varð 1-1: Innlegg úr høgru, og við aftaru stong var besti spælari í Betrideildini í august fríur. Adrian Justinussen setti høgra fótin á, og so var lív í.
Adrian noyddist tó út við skaða í lærkrikanum løtu seinni, og KÍ fór avstað við øllum. Páll Klettskarð var komin á vøllin, og afturvendi áleyparin og toppskjúttin í Betrideildini setti fótin á hart og gott innlegg frá Jóannesi Danielsen. Hetta var eftir flott álop, og so kundu tey í Bygdaskýlinum fegnast.
Soleiðis varð eisini eftir seinasta bríksl. KÍ helt fast og stevnir beint ímóti triðja føroyameistaraheitinum á rað. Hetta var sætti sigur á rað hjá KÍ ímóti HB.
Meira úr Gundadali seinni
Betrideildin - útsettur dystur frá 21. umfari
Í dag, fríggjadagin 15. september í Gundadali
HB - KÍ 1-2 (0-0)
60' Sjálvmál (Árni Frederiksberg) 0-1
62' Adrian Rúnason Justinussen (Emil Berger) 1-1
79' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 1-2
Støðan í oddinum:
1. KÍ 55 stig *
2. B36 49 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 42 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald