2019-01-05 19:15
Eftir kappingarenda í Føroyum fór Páll A. Klettskarð til Italia at spæla fótbólt. Føroyski áleyparin gjørdi sáttmála við Breno úr Norðuritalia.
Tað varð væntað nógv av 28-ára gamla klaksvíkinginum í felagnum, og í dag gjørdist hann tvífaldur málskjútti, tá Breno spældi venjingardyst ímóti Castiglione,
Páll fekk ikki spælaraloyvi beinanvegin, so hann hevur ikki leikt nógvar dystir enn. Hann hevur tó skorað í deildini, har Breno kappast um uppflyting, og skal venja seg við nýggju umstøðurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald