Fótbóltur

Patrik fer aftur til norskan fótbólt

Seinastu tvey árini hevur tvøramaðurin spælt við KÍ - komandi árið skal landsliðsleikarin spæla við Egersunds í triðbestu norsku deildini.

Patrik Johannesen - her í dystinum móti Dinamo Tbilisi har hann skoraði eitt av sínum fýra málum, sum tvøramaðurin hevur tilsamans í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen - her í dystinum móti Dinamo Tbilisi har hann skoraði eitt av sínum fýra málum, sum tvøramaðurin hevur tilsamans í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-14 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør varð Egersunds IK ov stutt til uppflyting úr triðbestu norsku deildini - Rógvi Baldvinsson og Bryne vóru sterkast. Í royndini at flyta upp til OBOS-deildini hevur Egersunds nú tryggjað sær ein føroyskan landsliðsleikara.

Talan er um Patrik Johannesen. 25-ára gamli tvøramaðurin hevur ynkst at farið útum landoddarnar at spæla aftur eftir tvey ár, 65 dystir, 25 mál, eitt FM og fleiri evropeiskar sigrar við KÍ, har álopskendi og ágangandi leikarin fyri tað mesta spældi á vinstra vongi.

Heimasíðan hjá Egersunds hevur í dag kunngjørt skiftið, og at partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála. Patrik er álopskendi styrkurin hjá liðnum, sum hevur verið í triðbestu deildini síðani 2012 - Jann Benjaminsen skal eisini spæla í deildini, við Hødd, komandi kappingarár.

Venjarin, Aleksander Midtsian, lýsir Patrik sum ein hartarbeiðandi og klókan áleypara, ið kann hava fleri leiklutir í álopsspælinum og sum er sera dugnaligur at avslutta. Leikarin sigur við heimasíðuna, at tað serliga var leikhátturin, ið fangaði hansara áhugað. Tvøramaðurin sigur eisini, at hann metir, at felagið hevur góð mál fyri framtíðini, og at hetta var rætta tíðspunktið at næsta fetið á yrkisleiðini.

Í 2018 var Patrik Johannesen eisini í Noreg. Hann umboðaði Florø í næstbestu deildini níggju ferðir - skaðar forðaðu fyri at landsliðsleikarin fekk ein størri leiklut.

Í heyst spældi Patrik fýra landsdystir. Samanlagt er hann skrásettur fyri 10 A-landsdystir.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder