Fótbóltur

Patrik og Kaj Leo skoraðu báðir í fyrsta umfari

Hjá tvøramanninum, ið hevur fingið góða byrjan í Íslandi, var talan um troystarmál, tí tað var síðsta málið í 4-1 ósigrinum hjá Keflavík. Kaj Leo skoraði til 2-2 í 88. minutti og tryggjaði harvið Akranesi javnleik.

Kaj Leo javnaði í gjárkvøldið fyri Akranes við góðum máli (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo javnaði í gjárkvøldið fyri Akranes við góðum máli (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-20 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen hava báðir fingið nýtt felag í vetur. Kaj Leo valdi at halda fram í Íslandi - 30-ára gamli gøtumaðurin er nú á Akranesi - og Patrik flutti úr Noregi.

26-ára gamli tvøramaðurin skoraði heili fimm mál í teimum trimum Liga Cup-dystunum, ið hann spældi í vetur - talan er um eina upphitingarkapping í Íslandi. Patrik skoraði sítt fyrsta landsliðsmál síðst í mars, tá hann avgjørdi venjingardystin móti Liktinstein, og orkumikli leikarin heldur fram við málskjótingini. Tað gekk ikki væl hjá Keflavík á útivølli móti Breiðablik í 1. umfari, men í 77. minutti minkaði Patrik Johannesen, sum var á vøllinum allan dystin í gjár, um munin við stútara.


[object Object]
Patrik Johannesen heldur fram við at skora mál (Mynd: Sverri Egholm)

Málið hjá Kaj Leo í gjárkvøldið hevði stig við sær hjá Akranesi. Akranes var á vitjan hjá Stjarnuni, og útiliðið legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Um miðjan seinna hálvleik varð støðan tó 2-1, og tað var ikki fyrrenn í 88. minutti, at Akranes svaraði aftur móti favorittunum, og tað var Kaj Leo í Bartalsstovu, sum tryggjaði nýggja liði sínum eitt stig.

Kaj Leo spældi fullan dyst. Sunnudagin skal hann helst aftur í eldin, tá meistararnir Víkingur Reykjavík vitja á Akranesi. Patrik og Keflavík taka ímóti Vali, ið hevur Heimir Gudjónsson sum venjara.

Gunnar Nielsen og FH taptu 2. páskadag í tí fyrsta dystinum í kappingini yvirhøvur. Tað var Víkingur, ið vann 2-1 í tætta dystinum í Reykjavík.

Hallur Hansson, ið skifti til KR í vetur, spælir í kvøld. Mótstøðuliðið er Fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder