Tað er sera keðiligt fyri feløg teirra og føroyska A-landsliðið, men ikki minst fyri teir sjálvar. Patrik Johannesen og Meinhard Egilsson Olsen fóru báðir av vøllinum í dysti fyri lið teirra í síðstu viku, og í hesari vikuni eru teir kannaðir í ávíkavist Íslandi og Noregi, og hava fingið tey keðiligu boðini: Krossbandið í øðrum knænum er farið.
Talan er um ein teimum mest álvarsomu skaðunum í fótbólti. Frá tí skaðin hendir, eru 9-12 mánaðir, áðrenn spælarin kann spæla veruligar dystir aftur. Fyri Meinhard og Patrik er harvið ein skurðviðgerð og síðani lang endurvenjing fyri framman. Tað krevst hart arbeiði, treiskni og tol.
Patrik noyddist av vølli í fyrra hálvleiki í sigrinum á Stjarnuni fyri viku síðani. Tvøramaðurin fekk eitt slag inn á knæið, meðan beinið stóð fast á vøllinum. Fyrstu kanningarnar bendu ikki á, at tað var krossbandi ella liðband, tað var galið við, men møguliga meniskurin – ein MR skanning týsdagin vístu tó, at talan var um slitið krossband.
Breiðablik keypti Patrik Johannesen í vetur. 27-ára gamli áleyparin hevur fingið nøkur mál og upplegg fyrstu tíðina. Breiðablik skal spæla Champions League í summar. Føroyingurin, sum hevði fingið størri leiklut á landsliðnum, hevur eisini sáttmála við íslendsku meistararnar næsta ár.
Patrik Johannesen tók eitt stig upp við skiftinum til Breiðablik. Hann fekk eisini fasta spælatíð fram til skaðan, ið nú er eitt fet aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Meinhard Egilsson Olsen skrivar á Facebook-síðu sínari, at árið í fjør var gott, men at 2023 hevur verið alt annað, enn tað hann ímyndaði sær sum fótbóltsspælari. Landsliðsspælarin var nógv úti í uppstartinum, og nú hevur hann eisini fingið álvarsaman knæskaða.
27-ára gamli vongurin fór út við skaða longu eftir tíggju minuttir í dystinum hjá Mjøndalen í næstbestu norsku deildini leygardagin. Talan var um ein nærdyst, har Meinhard fekk eitt skump. Tað sá ikki so gott út, og eftir skanning í vikuni er greitt, hvat nú skal til.
- Krossbandið er slitið og eg má undir skurð(...) Nú bíðar ein strævin, men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg, at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti, skrivar hann á Facebook.
Meinhard hevur funnið støðufesti sum yrkisspælari í Noregi. Hann hevur eisini havt fast pláss í byrjanaruppstillingini á A-landsliðnum í yvir eitt ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald