Eftir gitingar í longri tið, varð taðí gjárkvøldið avdúkað Norðlýsinum, at áleyparin og liðformaðurin hjá KÍ, Páll A.Klettskarð, ikki heldur fram í felagnum eftir hetta kappingarárið.
Fyri løtu síðani kunngjørdi Norðlýsið, at ein nýggjur áleypari skiftur til felagið. Talan er um 23-ára gamla Patrik Johannesen, ið fyrr hevur umboðað TB, AB og B36 í fremstu føroyski deildini.
Hann skoraði í fjør 16 mál fyri B36 í Betri-deildini. Patrik skifti seinasta vetur til Florø. Áleyparin hevur skorað nøkur mál í næstbestu norsku deildini, men hevur eisini drigist við skaða. Nú skiftir Patrik so aftur til føroyskan fótbólt og fer at royna seg í Klaksvík
Sáttmálin millum KÍ og Patrik Johannesen er galdandi fyri 2019 og 2020.
Patrik hevur sambært Faroe Soccer leikt 80 dystir í fremstu føroysku deildini og skorað 33 mál. Tvørámaðurin er skrásettur fyri 3 A-landsdystir.
Les eisini: Hetta var tað fyri Klettskarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald