Í gjárkvøldið byrjaði Patrik Johannesen inni á fyrsta sinni, síðani áleyparin vendi aftur frá drúgva knæskaðanum.
Hetta var gott fyri Breiðablik, tí longu í 5. minutti sló 28-ára gamli føroyingurin til. Eftir bjarging frá málverjanum hjá Stjarnuni, stakk bólturin út til Patrik. Staddur á brotsteigarmarkinum setti 9'arin vinstra fótin væl á, og so var 1-0.
Talan var um fyrsta málið í yvir eitt ár hjá Patriki Johannesen, sum sleit krossbandið tíðliga í mai í fjør.
Patrik Johannesen, liðfelagar og Igor Adoris, sinnisligur venjari, eftir sigurin á Turkalandi í 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta fegnaðist tvøramaðurin sjálvandi stórliga um, og hann og liðfelagirnir kundu eisini gleðast um trý stig í Kópavági. Í 43. minutti legði Patrik upp, tá hann royndi at saksa bóltin ímóti málinum. Heldur heppið men tað telur sum upplegg, tí Jason Svanthorsson gjørdi skjótt av, tá bólturin endaði hjá honum. Stjarnan javnaði við brotssparki tveir minuttir seinni, og tað endaði 2-1.
Breiðablik hongur harvið í Víkingi Reykjavík og Gunnari Vatnhamar í oddastríðnum. Eftir sjey umfør hava føroyingafeløgini ávíkavist 15 og 18 stig. Breiðablik er nummar tvey pg spælir sunnukvøldið á útivølli móti Fram.
Í dystinum í gjár sótu Mathias Rosenørn og Daniel Obbekjær annars á bonkinum hjá hvør sínum liði. Fyrrnevndi spældi við KÍ í 2021 og 2022 og er í løtuni eykamálverji hjá Stjarnuni. Obbekjær skifti í vetur til Breiðablik eftir eitt og eitt hálvt ár í 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald