Pauli Jacobsen er nú í svenskum hondbólti, men seinasta mánaðin hevur føroyski landsliðsmálverjin verið skaddur.
24-ára gamli hoyvíkingurin gjørdist tó til reiðar til tíðina áðrenn 2. umfar í landskappingini. Har vitjaï Skövde í gjár hjá Önnereds, sum Kjartan Johansen áür hevur spælt fyri.
IFK Skövde vann í fyrsta umfari 36-35 á Karlskrona, har Leivur Mortensen og Tróndur Mikkelsen spæla. Leygardagin fekk liðið hjá Paula Jacobsen 29-29 javnleik.
Og tað var í stóran mun føroyinginum at takka. Pauli Jacobsen bjargaði 15 skotum, sum svarar til 34 prosent í bjargingarprosenti. Millum annað tók nummar 16 tvey brotskøst.
Sí video omanfyri, har IFK Skövde hevur savnað nógvar av bjargingunum hjá føroyska landsliðmálverjanum - fleiri teirra vóru stórar
![]()
Pauli Jacobsen undan fyrsta landskappingardystinum fyri IFK Skövde (Mynd: IFK Skövde Handboll)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald