Tveir dystir vóru í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í gjárkvøldið, og endaðu báðir við sigri til "føroyingafelag".
Tríggir føroyskir landsliðsspælarar vóru í eldinum. HØJ vitjaði í Odense, og tað endaði við stórsigri móti einum av botnliðunum. Rói Berg Hansen skoraði eina ferðir av vonginum, og málverjin Pauli Jacobsen kom eisini á máltalvuna. Hoyvíkingurin hevði eisini fleiri bjargingar í dystinum, sum HØJ vann 37-23.
HØJ hevur vunnið báðar sínar dystir eftir steðgin og liggur nú á 3. plássi við 26 stigum. 1. plássið í 1. Division gevur beinleiðis uppflytin - liðini sum enda nummar tvey og trý sleppa at spæla play-off dystir um pláss í bestu deildini. HØJ hevur leygardagin heimadyst móti Odder.
Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen spæla við liðnum úr Ølstykke, sum hevur ætlanir um uppflyting til bestu deildina (Mynd: Sverri Egholm)
Team Sydhavsøerne er ikki so langt frá 3. plássinum. Liðið av Lollandi hevur eisini vunnið báðar dystirnar eftir steðgin og hevur nú sjey sigrar á rað. Í gjár vann liðið hjá Klavs Bruun Jørgensen á beinleiðis kappingarneytanum Skive, sum vitjaði í Maribo.
Pauli Mittún spældi ein høvuðsleiklut. Hoyvíkingurin skoraði 10 mál, legði upp til nøkur onnur og stóð eisini sterkt í verjuni í 32-28 sigrinum.
- Dreingirnir stóðu saman og framdu eitt frálíkt avrik, har ein stórspælandi Pauli Mittún, sum skoraði 10 ferðir, gekk á odda.
Soleiðis skrivar Team Sydhavsøerne á heimasíðu sínari um "fantastiska sigurin á Skive". Nakrir lyklaspæalrar vóru skaddir, men Pauli vísti vegin í álopinum verður millum annað víst á. Nøkur av hæddarpunktinum, har Pauli Mittún (nummar 61) sanniliga er við, síggjast niðanfyri.
Samrøða við Klavs Bruun Jørgensen, venjara hjá TSØ. Ímeðan síggjast nøkur mál, har Pauli Mittún skorar fleiri flott og leggur upp til okkurt eisini (Youtube/Team Sydhavnsøerne)
Pauli Mittún og liðfelagirnir hava aftur heimadyst sunnudagin. Tà vitjar Rækker Mølle, og TSØ fer eftir áttanda sigrinum á rað.
Í annaðkvøld klokkan 18.30 taka Skovbakken og Niklas Højgaard Hanusarson móti Aarhus HC, við Peturi Krogh og Teis Horn Rasmussen á liðnum, í grannauppgerð.
Støðan í næstbestu donsku deildini:
Mynd: hbold.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald