2022-01-31 12:20
Pauli Mittún gjørdi veruliga um seg í HM-undankappingini fyrr í hesum mánaðinum, tá hann saman við sínum liðfeløgum á A-landsliðnum spældi seg víðari.
19 ára gamli spælskiparin fer nú at royna seg í norskum hondbólti. Tað skrivar heimasíðan trok.fo í dag.
Tvey ára sáttmáli er undirskrivaður við KRS - Kristiansand Tophåndball í fremstu norsku deildini. Møguleiki er at leingja sáttmálan við einum ári.
Longri samrøða við Paula Mittún kann lesast á trok.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald