Hetta var fyrsta málið, sum belgiski liðskiparin á enska meistaraleiðnum skoraði í ár. Og dreymahøggið hjá Vincent Kompany kann nú vísa seg at vera avgerandi fyri meistaraheitið eisini. Tað krevur bara, at Manchester City vinnur dystin í síðsta umfari móti botnliðnum Brighton.
Og tað var sanniliga ein perla av einum máli, sum Vincent Kompany sendi upp í trýkantin aftan fyri Kasper Schmeichel tá dysturin í gjárkvøldið var 70 minuttir gamal.
Tað kann væl hugsast, at málið gerst ársins mál hetta kappingarárið. Ikki bara tí, at málið kann vísa seg at hava so stóran týdning. Talan var eisini um eina perlu av einum máli.
Venjarin hjá City segði annars við miðlar eftir dystin, at hann stóð á síðulinjuni og vónaði, at Kompany ikki fór at skora.
- Eg hugsaði ”ikki skjóta – avlevera heldur”. Fyri at vera ærligur, so trúði eg ikki, at hann kundi megna tað, segði Pep Guardiola við enskar miðlar eftir dystin.
Eisini toppskorarin Sergio Agüero segði eftir dystin, at hann vónaði, at liðskiparin heldur fór at avlevera. Somuleiðis hevur konan argað Vincent Kompany við, at hann ikki hevði skorað nakað mál hetta kappingarárið, og hetta fekk eisini latið munnin aftur hjá henni, skemtaði belgiski verjuleikarin eftir dystin.
- Hóast eg havi verið við í toppinum í 15 ár, havi eg altíð fingið at vita, at eg ikki skal skjóta á mál, men heldur avlevera bóltin til viks. Eg sigi altíð, at onkuntíð fari eg at skjóta og fáa bóltin í málið, og so fara allir liðfelagar at fegnast. Í kvøld hendi tað so.
Manchester City hevur nú 95 stig undan seinasta umfari av kappingini. Tað er eitt stig meira enn Liverpool.
Leygardagin verður enska meistaraheitið avgjørt, tá Manchester City spælir á útivølli móti Brighton, meðan Liverpool á heimavølli fær vitjan av Wolverhampton.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald