Hondbóltur

Pernille avgjørdi gysara - skal spæla móti Mariu um hálvfinalupláss

København vann 38-37 í gjár, og nú er stórur spenningur í hesum endaspælsbólkinum. Avgerandi dysturin verður á Frederiksberg fríggjakvøldið 16. mai.

Pernille Brandnborg gjørdi bart, tá neyðugt var við tí í gjár. Nú bíðar enn ein gysari - móti Mariu Pálsdóttir Nólsoy og teimum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandnborg gjørdi bart, tá neyðugt var við tí í gjár. Nú bíðar enn ein gysari - móti Mariu Pálsdóttir Nólsoy og teimum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-13 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg og tær úr København Håndbold vitjaðu í gjár á Falster, har tvey stig vóru eitt krav fyri at halda fast í møguleikanum at koma í DM-hálvfinalurnar.

Tað eydnaðist við bit og slit. Í steðginum var 19-16 til København, men NFH var á odda í løtum eftir steðgin.

Føroyski landsliðsspælarin skoraði avgerandi málið, tá ein og ein hálvur minuttir var eftir. Hetta var til 38-39. Talan var um fjórða málið hjá Pernille í dystinum - av fimm skotum - og eisini átti hon tvey upplegg.

Sí dystargongd og hagtøl HER

Málverjin hjá København bjargaði í seinasta álopinum hja NFH, og so kundu tær hjá København fegnast.

Hevði tað ikki eydnast at vunnið, so hevði Horsens havt annað hálvfinaluplássið nú. Ístaðin verður "finala" á Frederiksberg hálvfinaluplássið fríggjakvøldið 16. mai klokkan 19 føroyska tíð.

Maria Pálsdóttir Nólsoy og Horsens eru tvey stig frammanfyri Pernille og tær. Tað merkir, at við javnleiki og eitt-máls tapi er Horsens víðari. København skal vinna.

[object Object]Pernille Brandenborg og Maria Pálsdóttir Nólsoy skulu í beinleiðis tvídyst (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder