Tá tíggju minuttir vóru eftir í gjárkvøldið, var 28-26 til heimaiðið. Men seinastu løtuna stórspældi Eli Marie Raasok í Storhamar-málinum, útiliðið fekk neyðugu málini, og vann 31-29.
Fimm mál á rað og sterkt verju- og málverjuspæl. Hetta var uppskriftin hjá Pernille Brandenborg og teimum, tá Storhamar vann fyrstu finaluna um norska meistaraheitið.
Hetta var í Sola, og tað merkir, at um ikki Sola sigrar hósdagin, so er liðugt: So er strikuspælarin, miðverjin, liðskiparin og profilurin á føroyska landsliðnum norskur meistari og greipivinnari.
![]()
Pernille Brandenborg skiftir í summar til rumenska stórfelagið CSM Bucaresti og skal í desember aftur spæla endspæl fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)
Sjálv varð Pernille Brandenborg skrásett fyri eitt mál í dystinum.
Onnur NM-finalan verður spælt hósdagin 28. mai klokkan 17.15 føroyska tíð. Tá hevur Storhamar heimavølli - í Hamar.
Í Noreg verður spælt best av trimum. Harvið verður neyðugt við einari triðju finalu, um Sola svarar aftur hósdagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald