
At enda var munurin eitt mál, og tað var nóg mikið fyri København Håndbold til hálvfinalupláss. Ein javnleikur á kvøldinum hevði annars verið nóg mikið hjá Horsens og Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum hava spælt eitt flott endaspæl.
Horsens byrjaði eisini betri í vælspælda dystinum á Frederiksberg, og Maria Nólsoy var flúgvandi: Tvey flott mál uppá tvey skot, eitt upplegg og eitt vunnið brotskast frá nummar 7 fyrsta lítla korterið. 20-ára gamli føroyingurin brendi seinni nøkur skot - heldur nógv men fleiri har hon var heldur óheppin: Yvirleggjari, stong og ein stórbjarging móti Mariu. Hon vann tó tvey brotskøst og legði upp til eitt tvey mál afturat í dystinum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur spælt eitt frálíkt endaspæl - í kvøld varð talan um ein blandaðan dyst hjá unga føroyinginum: Byrjanin var flott, men samanlagt ov nógv brend skot til at skuldi vera upp ímóti avrikinum í heimadystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Horsens kom á odda við trimum málum tíðliga í 2. hálvleiki. Útiliðið spældi fyrstu smáu 40 minuttirnar við góðari ferð, skifti væl millum 6 móti 6 og 7 móti 6, og tað eydnaðist væl í fyrstu bylgju, umframt at verjan gjørd. Men so fekk København veruliga verjuna, umframt sítt yvirtalsspæl at koyra.
Har spældi Pernille Brandenborg stóran leiklut: Við styrki, snildni og ágangandi spæli. Føroyski landsliðsliðskiparin og sterka síðukvinnan, Tabea Schmid, vóru lyklaspælarar í vendini um miðjan seinna hálvleik. Bæði í 7 móti 6 í álopinum og í miðverjuni. Níggju mál inn seinastu 23 minuttirnar, og móti endanum vann Pernille heili fýra brotskøst - so hóast hon ikki hevði nakað skot í dystinum, átti København-strikan sítt í hálvfinaluplássinum.
Høllin var so at siga full, og heimaáskoðararnir gjørdu sítt, meðan København vendi dystinum. Leiðslan kom einaferð upp á fýra, men Mai Kragballe og hinar hjá Horsens fingu tað niður á minus eitt aftur, men tá var ov seint: 31-30.
Liðini endaðu jøvn í stigum, og Horsens var líka omaná innanhýsis í endaspælsbólkinum. Men tað at Pernille og København vóru frammanfyri í grundspælinum telur meira eftir.
Hetta verður fyrstu ferð, at Pernille Brandenborg skal spæla DM-hálvfinalur. Tær vera móti sterka Team Esbjerg - tann fyrsta av møguliga trimum verður í Esbjerg týskvøldið 20. mai. Hetta verður ein stór, men spennandi uppgáva.
Maria Palsdóttir Nólsoy og Horsens eru lidnar fyri í ár, men tær kunnu halda høvdið høgt: Eingin væntaði, at tær fóru at vera nær einum hálvfinaluplássi.
København Håndbold - Horsens 31-30 (16-17)
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 4-7
15 min: 8-10
20 min: 11-12
25 min: 14-15
30 min: 16-17
35 min: 18-20
40 min: 21-21
45 min: 24-22
50 min: 26-25
55 min: 29-26
60 min: 31-30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald