Hondbóltur

Pernille vann á Janu

Profilar á EM-liðnum hittust í danska høvuðsstaðnum í gjár. Jana Mittún var við í nógvum málum, men verjan hjá Viborg ikki nóg sterk á degnum. Pernille Brandenborg og København eru nú á 4. plássi.

Pernille Brandenborg og København vóru omaná móti Janu Mittún og Viborg í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg og København vóru omaná móti Janu Mittún og Viborg í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-06 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í stríðnum um at renna aftaná krútsterka topp-trý í fremstu donsku kvinnudeildini, koppaði København Håndbold í gjár Viborg.

Liðið hjá Pernille Brandenborg var omaná i høvuðsstaðnum og legði seg upp á 4. plássi - nú hava København Håndbold, Viborg og NFH øll 10 stig fyri 7 dystir.

Pernille skoraði tvey mál av strikuni í 36-32 sigrinum. Føroyski landsliðsliðskiparin hevði trý skot og spældi eisini sín leiklut í verjuni. 27-ára gamli strikuspælarim vann eisini sínum liði tvey brotskøst.

Jana Mittún hevur í ár størri leiklut hjá Viborg. Hon hevði eisini seinastu ella næstseinastu hondina á einum fjórðingi av málunum hjá teimum í grønu í gjár: Fýra mál og fýra upplegg. Umframt hetta vann Jana Viborg eitt brotskast.

[object Object]Jana Mittún (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Video: Jana Mittún: Fylgir ein størri ábyrgd við størri leikluti

20-ára gamla hoyvíkskvinnan kann iðra seg um, at hon brendi tvey skot, og at Viborg lat so nógv mál inn í høvuðsstaðnum.

Tvey umfør eru eftir í Kvindeligaen áðrenn EM-steðgin. Jana og Pernille vórðu sjálvandi á listanum yvir tær úttiknu til endaspælið, sum var almannakunngjørdur í gjár.

Sí listan her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder