Porto, Portugal (Portalurin): - Haldi at tað var móti Portugal, at vit veruliga skuldu avgera egna lagnu. Men soleiðis varð ikki. Hetta var ikki nóg gott í dag.
Hetta staðfestir Pernille Brandenborg, tá Portalurin fangaði hana stutt eftir vónbrotið í Portugal.
Tað var eisini ein vónbrotin liðformaður, sum serliga kundi staðfesta alt ov nógv brend skot móti dagsins spælara í portugisiska málinum.
- Vit skutu hana heita. Og ofta var tað ikki tí, at møguleikarnir ikki vóru stórir, sigur Pernille Brandenborg, sum sjálv brendi fýra skot í kvøld.
![]()
Samanlagt misnýttu Føroyar 25 ferðir, og tað var ov nógv í 25-23 dystinum; hóast Brynhild Pálsdóttir og aðrar vístu skothegni, og Annika Fríðheim Petersen og verjan fingu fatur á nógvum eftir steðgin.
- Vísa stryki við at reisa okkum, og týðandi at tapið verður við tveimum málum og ikki yvir fýra málum. Men vit mugu finna eitt annað stig, um vit skulu vinna á Íslandi um ein mánaða, staðfestir royndi strikuspælarin.
Føroyar eru betri enn Portugal innanýsis og tvey stig frammanfyri Ísland. Tað vil siga, at við sigri á Íslandi í næstseinasta umfari 8. apríl, spælir liðið seg aftur til EM.
-------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
Portugal - Føroyar 25-23 (15-8)
Toppskjuttar:
Brynhild Pálsdóttir og Carmen Figueired: 6 mál hvør
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør -
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald