Hondbóltur

Peter Bredsdorff-Larsen: - Avrika á væl hægri stigi enn Belgia

- Nógv eydnast hjá okkum men vit ætla at spæla ein betri verjudyst og við í minsta lagi sama inntensiteti í morgin, sigur høvuðsvenjarin eftir fyrra venjingardystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-05 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum heild var tað ein nøgdur høvuðsvenjari, ið Portalurin fekk orðið á nakað eftir 41-31 sigurin í kvøld.

Peter Bredsdorff-Larsen setti tó eisini orð á ymiskt, ið Føroyar skulu betra um - serliga er tað í verjupartinum, har tað ikki skal gerast ov opið til skot mitt fyri

Hann staðfestir, at Føroyar fara at møta nógv dyggari mótsstøðu móti Slovenia í Berlin hósdagin. Ting sum álopskenda 5-1 verjan og kontraspælið kunnu verða eitt vápn.

Hoyr samrøðuna ovast.

Les eisini: Tryggur føroyskur 10 máls-sigur á Hálsi í kvøld

Sí eisini (video og myndir):
Pauli Jacobsen: - Skulu helst undir 25 mál í morgin
Rói: Fái nakrar góðar bóltar - skal bara skora

Myndir: Nógv mál og nógvir fegnir føroyingar

------------------------------------------------------------------

Føroysku málini:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Rói Berg Hansen 8
Hákun West av Teigum 7
Teis Horn Rasmussen 3
Leivur Mortensen 2
Kjartan Johansen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Tróndur Mikkelsen 2
Allan Norðberg 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 16/45
Nicholas Satchwell 2/4

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Belgia: 10

Útvísingar:
Føroyar: 2
Belgia: 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder