Hondbóltur

Peter Grove nýgjur mans-og dreingjavenjari í StÍF

33 ára gamli danin hevur fjølbroyttar venjararoyndir úr heimlandinum og var í fjør hálparvenjari hjá Neistanum. Peter verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF.

Umframt at vera venjari hjá besta mansliðnum skal Peter Greve vera høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar (Mynd: stif.fo)

Umframt at vera venjari hjá besta mansliðnum skal Peter Greve vera høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar (Mynd: stif.fo)

2023-07-19 16:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

StÍF hevur nú boðað frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Peter Conrad Grove um samstarv í kappingarárinum.

Um nýggja venjaran skrivar felagið soleiðis:

- Peter er 33 ára gamal og kemur frá Odder, har hann fyrr hevur spælt hondbólt og verið venjari. Peter byrjaði sum venjari sum 15 ára gamal. Hann hevur fjølbroyttar venjararoyndir í Danmark. Hann hevur vant ungdómselitulið og vaksin, menn og kvinnur.

Í fjør kom Peter Grove til Føroya. Hann var hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, umframt at stóð á odda fyri U18 og U16 gentum.  

Nú verður hann nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Felagið skrivar, at  Peter eisini verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar.

Nýggi venjarin hevur DHF divisiónsvenjaraprógv. Hann er útbúgvin lærari í donskum og religión.

-  Eg gleði meg at koma til StÍF og at koma í gongd, og eg vóni at eg kann vera við til at menna hondbóltin í StÍF, sigur Peter Grove í stuttar viðmerking við stif.fo.

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, sigur soleiðis um komandi samstarvið við nýggja høvusðvenjara

- Vit eru spent at samstarva við Peter um at menna okkara felag enn meira. Vit vænta, at mansliðið og dreingjaliðini verða ment enn meira og at Peter verður við til at skapa trivnað og eitt kveikjandi umhvørvi, sum gevur úrslit.”

Berkan Otman var høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum seinasta kappingarár, og ætlanin var, at hann skuldi halda fram. Hann noyddist tó at enda samstarvið grundað á persónlig viðurskifti. StÍF takkar Berkan fyri hansara dygga arbeiði fyri felagið. Besta mansliðið endaði í fjør við tapi í hálvfinalunum í steypakappingini og í fjórðingsfinaluni í FM.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder