Hondbóltur

Peter Krogh aftur í Føroyum og aftur í H71

Áhugi var eisini fyri roynda og sterka verjuspælaranum - og skjúttanum - í millum annað Kollafirði. 34-ára gamli landsliðsspælarin skal fyrst koma fyri seg eftir ryggskaða. Krogh skal eisini vera venjari í H71.

Um alt gongst væl við skurðviðgerð og uppvenjing, so verður Peter Krogh skjótt at síggja í svarta búnum aftur - hann verður í øllum førum nógv í Hoyvíkshøllini, sum var heimavøllur hansara í nærum átta ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Um alt gongst væl við skurðviðgerð og uppvenjing, so verður Peter Krogh skjótt at síggja í svarta búnum aftur - hann verður í øllum førum nógv í Hoyvíkshøllini, sum var heimavøllur hansara í nærum átta ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-23 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey tey seinastu árini hevur hann verið i Aarhus HC - saman við Teis Horn Rasmussen - í næstbestu donsku deildini. 

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at Peter Krogh og familjan fóru at venda aftur til Føroyar, og í kvøld er tað endaliga váttað.

KÍF hevur ligið framvið, men nú hevur Krogh gjørt avtalu við felagið, sum hann á fyrsta sinni kom til í 2015. Hetta fyri 2025/2026.

[object Object]
Peter Krogh í skotroyndu í einum av sínum mongu steypafinalum við H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eftir tvey ár í H71 gekk leiðin aftur til Danmarkar, men steðgurin í Skive var ikki stuttur, tí tað hekk ikki heilt saman við famljulívi.

Í 2023 endaði tíðin í H71, fyribils, við greipuni. Samanlagt gjørdist talan um heilt nógv steyp í svørtum og reyðum.  34-ára gamli spælarin skal, umframt at spæla,  eisini vera vernjari í felagnum í Hoyvík. 

Áðrenn Krogh kemur aftur á vøllin skal hann tó skurðviðgerast og koma fyri seg. Landsliðsspælarin hevur ongan kappingardyst spælt í 2025. Orsøkin er ein ryggskaði; ein diskus.

Tað er ikki bara sum at siga tað. Peter Krogh hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani 2017 og var eisini liðformaður til og við skaðan. Krogh var við til EM-endaspælið í 2024 - so er spurningurin nær, og um, hann kemur so mikið fyri seg, at sterki verjuspælarin fær ein leiklut aftur á landsliðnum.

[object Object]
Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen. Seinastu tvey árini hava teir, umframt at vera landsliðsliðfelagar, eisini spælt saman í Aarhus. Peter hevur ikki spælt í ár vegna skaða (Mynd: Sverri Egholm)

Bakkurin og miðverjin kann í øllum førum verða ein styrkur fyri H71, sum júst farna kappingarár gjørdist steyavinnari men sum var júst ov stutt í FM-finalunum móti Kyndli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder