Hondbóltur

Peter Krogh og Tóraldur Kollsker aftur á landsliðnum til lagnudystirnar

Royndu spælararnir á listanum til HM-røkkstøkkdystirnar móti Bosnia. Krogh avloysir Ísak Vedelsbøl til verjuna - Elias Ellefsen á Skipagøtu er, sum vit skrivaðu í gjár, ikki við.

Peter Krogh eftir heimadyst móti Norðurmakedónia - nú skulu liðskiparin og hinir gera nýggja royna at spæla Føroyar til eitt HM-endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Krogh eftir heimadyst móti Norðurmakedónia - nú skulu liðskiparin og hinir gera nýggja royna at spæla Føroyar til eitt HM-endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-17 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl eru ikki tøkir vegna skaðar, og tað er málverjin Aleksandar Sasha Lacok framvegis heldur ikki.

Í EM-endaspælinum var Tórður Skorheim Guttesen við sum eykamálverji, men Kyndla-málverjin hevur boðað frá, at hann ikki er tøkur til landsliðið nú.

Harvið hava Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen skula funnið nýggjar loysnir.

Nú hópurin er almennur, er greitt, at at tær vera eldri loysnir úr føroysku deildini- har serliga annar hevur gjørt stóran mun á A-landsliðnum áður.

Liðskiparin er aftur, og Peter Krogh skal royna at fyllla holið mitt fyri, nú Ísak Vedelsbøl ikki er við. Krogh hevur, sambært handballstatz.com, spælt 51 A-landsdystir. Vegna serliga ryggtrupulleikar, hevur verjugeneralurin ikki spælt á landsliðnum síðani november 2024.

[object Object]
Seinast Peter Krogh var við landsliðnum var til EM-undandystirnar í november 2024 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Tóraldur Kollsker var við til HM-undankappingardystir í Luksemborg í januar 2020, men annars hevur hoyvíkingurin ikki spælt á A-landsliðnum. Tóraldur var í Danmark í fleiri ár men hevur nú spælt í Hoyvík aftur í nakað yvir eitt ár. 

Man kann siga, at royndi málverjin er valdur frammum unga liðfelagin í H71, Micah Wardum Ragnarsson, sum hevur vant nakað við A-landsliðnum fyrr í ár.

[object Object]

[object Object]
Tóraldur Kollsker fegnast um bjarging í sigri móti Luksemborg í januar 2020 (Myndir: Sverri Egholm)

Í mun til EM-endaspælið er Kjartan Johansen ikki við.

Hópurin til HM-røkkstøkkdystirnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Tóraldur Kollsker H71 *

Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Valur (IS)
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)

Bakspælari/Verjuspælari: 
Peter Krogh, H71 *

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Helgi Hildarsson Hoydal, H71 

* Nýggir málverjar

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia&Hersegovina - Føroyar

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina

Atgongumerkjasølan til heimadystin byrjar mánadagin, 20. apríl, klokkan 10.

Dagført: 09.14

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder