Fótbóltur

Petur Knudsen: - Havi mátt og evni at gera mun á høgum stigi

Hetta haldi eg eisini, at eg havi víst hesa hálvuna í Lyngby. Tað sigur Petur Knudsen, sum miðjar eftir at spæla á líknandi stigi eftir summarsteðgin. Fyrst snýr tað seg tó um at gera seg galdandi á landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-16 10:22 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Knudsen. Navnið hongur á ymsan hátt saman við føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Leingi var Jens Martin Knudsen eyðsýndur. Eitt var eyðkenda topphúgvan - hitt var at hann var fyrstimálverji og lyklaspælari leingi.

Petur Knudsen er ein av synum hansara. Hann setur í samrøðuni, sum Portalurin hevði við hann á Hotel Føroyum í gjár, orð á hetta; millum annað at pápin er stóra fyrimyndin og er stuðlandi, men at hansara motivatión kemur innanfrá. Í 2020 gjørdist Petur ársins spælari í Betrideildini, og nakrar mánaðir seinni fekk Lyngby fatur á honum.

Veruliga gjøgnumbrotið á A-landsliðnum er ikki komið enn. Petur var við til nógvar dystir í 2021 - tá hann var ov gamal til U21-landsliðið - og tveir venjingardystir tíðliga í 2022, áðrenn hann gjørdist skaddur og noyddist undir skurð.

Í vetur kom maðurin úr Saltangará fyri seg eftir harða . Hann var ávegis úr Lyngby í mars, men skaðar til aðrar gjørdi, at Petur Knudsen skjótt fekk spælitíð, og hann gjørdi eisini mun, tá Lyngby á ótrúligan hátt bjargaði sær lívinum. Kviki álopskendi spælarin skoraði tvey mál í átta dystum.

Nú er tó tíð til nakað annað - fyri báðar partar. Í samrøðuni vísir Petur á, at hann síðstu mánaðirnar hevur víst seg væl fram á høgum stigi, og at hann vil finna felag, sum er líknandi ella hægri stig enn Lyngby; tað skal tó "vera tað rætta" Eisini heldur Petur, at nú man er 25 ár, skal hann stríða seg til størri leiklut og vísa seg fram á landsliðnum. Higartil hevur talan ikki verið um so nógvar minuttir, men fyrrverandi NSÍ og Lyngby-leikarin er til reiðar at taka teir, ið hann fær og royna at prógva sítt virði.

- Stig í báðum dystunum er tað vit fara eftir, staðfestir hann.

Føroyar spæla EM-undankappingardyst móti Kekkia í morgin, leygardagin klokkan 19.45 á Tórsvølli. Júst trý samdøgur seinni verður bríkslað í gongd móti Albania.

Lagt til Rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder