FSF: – Tað er sjálvandi við sorgblídni, at vit nú siga farvæl við tveir persónar, ið seinastu nógvu árini hava lagt so nógv tíð og orku í fótbóltsdøming. Men vónandi vera teir tøkir til aðrar uppgávur framyvir, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Leygardagin vóru Petur Reinert og Regin Egholm á vøllinum fyri seinastu ferð í fremstu deildini hjá monnum.
Undan dystinum millum AB og 07 Vestur, nýtti dómaraleiðarin hjá FSF at takka teimum báðum fyri trúgva tænastu, og handaði teimum samstundis hvør sítt blómutyssi.
Regin Egholm byrjaði at døma fótbólt í 1992, og nú hann takkaði fyri seg, hevur Regin Egholm verið partur av føroyskari fótbóltsdøming í næstan 1.000 dystum, annaðhvørt sum dómari, hjálpardómari ella 4. dómari.
Petur Reinert byrjaði at døma í 1991, men var síðani burtur í lestrarørindum í eitt tíðarskeið, áðrenn hann byrjaði aftur í 1996. Og hesi árini hevur leirvíkingurin verið dómari, hjálpardómari og 4. dómari í tilsamans 1.003 dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald