- Føroyskur hondbóltur hevur tikið risafet seinastu árini. Eg havi sjálvur verið virkin í hondbólti, bæði sum leikari og nevndarlimur, og eg veit um tað stóra arbeiðið, sum liggur liggur aftanfyri bæði hjá sambandi og feløgum. Tað er stuttligt, at vera við til at skapa karmar, og at føroyska tjóðin kann hava landslið, sum vit øll eru errin av.
Soleiðis sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, um longda sáttmálan við Hondbóltssamband Føroya.
Partarnir hava havt eina stuðuslavtalu, har P/F Wenzel er stórstuðul og bilveitari hjá HSF, og soleiðis verður eisini í 2022 og 2023.
Jana Mittún, landsliðsleikari hjá kvinnum, Gunn Ellefsen, Rúni Djurhuus og Kjartan Johansen, landsliðsleikari hjá monnum (Mynd: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald