Fótbóltur

Phil Jones skrivað undir nýggjan sáttmála við United

Avtalan ímillum stórfelagið og verjuleikaran er galdandi til Juni 2023.

Phil Jones saman við Ole Gunnar Solskjær eftir at nýggi sáttmálin er undirskrivaður
(Mynd: manutd.com)

Phil Jones saman við Ole Gunnar Solskjær eftir at nýggi sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: manutd.com)

2019-02-08 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni hendir nógv viðvíkjandi sáttmálum í Manchester United. Anthony Martial skrivaði undir fimm-ára sáttmála í seinastu viku, Marcus Rashford er í samráðingum við barndómsfelagið, og Ashley Young er á veg at leingja sáttmálan 

Í morgun kunngjørdi United, at ein av leikarunum, ið hevur verið longst í felagnum, heldur fram. Talan er um Phil Jones, ið fyllur 27 ár um tvær vikur. Enski verjuleikarin hevur verið í felagnum síðani 2011, tá Sir Alex Ferguson keypti hann fyri yvir 16 milliónir pund úr Blackburn. Skotski venjarin og aðrir høvdu tá stórar vónir til unga og evnaríka verjuleikarin, men tað hevur Jones ikki heilt livað upp til.

Hann hevur spælt 208 dystir fyri United og umboðað enska landsliðið 27 ferðir. Phil Jones hevur tó ofta verið í fokus fyri síni ógvusligu andlitsbrá í dystarstøðum og fyri sínar stóru og týðiligu feilir, so sum klossut sjálvmál og býtt brotsspørk - t.d í FA Cup finaluni í fjør tá hann feldi Eden Hazard. Jones hevur eisini veirð nógv plágaður av skaðum.

Við heimasíðu felagsins sigur 26-ára gamli verjuleikarin, at hann stórfegnast um nýggja sáttmálan, at hann elskar alt við felagnum, sum hann hevur umboðað í átta ár og sær fram til avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. Ole Gunnar Solskjær sigur, at Phil Jones veit hvat tað krevst at vera ein United-leikari, hann hevur vunnið stór heiti við felagnum, og at hann nú fer inn í síni bestu ár sum verjuleikari. 

Manchester United og Phil Jones halda fram við samstarvinum í fýra og eitt hálvt ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder