2019-01-09 07:58
Argentinski venjarin hjá Tottenham, Mauricio Pochettino, slær nú kalt vatn í blóðið hjá fleiri Manchester United og Real Madrid viðhaldsfólki.
Pochettino sigur við BBC, at hann vónar, at hann kann verða í Tottenham í 20 ár afturat, áðrenn hann má hugsa um at fáa sær nýtt starv.
Pochettino hevur fyrr verið venjari hjá Espanyol og Southampton. Hann gjørdist venjari hjá Tottenham í 2014.
Tottenham vann í gjárkvøldið 1-0 á Chelsea í fyrru hálvfinaluna í League Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald