Ajax tekur í kvøld ímóti Tottenham í seinnu hálvfinaluni í Champions League. Ajax vann 1-0 í London í seinastu viku, so Tottenham skal royna at venda uppgerðini.
Les eisini: Ajax skal gera arbeiði liðug á heimavølli
Nógv hevur verið tosað um framtíðina hjá Mauricio Pochettino. Argentinski venjarin hjá Totteham hevur verið settur í samaband við Manchester United og Real Madrid, men nú eru ávíkavist Solskjær og Zidane settur í stórfeløgunum. Tað er tó framvegis ivasamt, hvussu leingi Poch verður í London og á tíðindafundi undan seinnu hálvfinaluni, segði 47-ára gamli venjarin, at hetta kapittli endar møguliga um ein líltan mánað.
Spurdur um hvat tað hevði merkt fyri hann persónliga at at vinna Champions League, segði Pochettino, at tað hevði verið fantastiskt, og at tað møguliga hevði verið endin av hansara Tottenham-tíð. Pochettino vísti á, at gjørdist endaliga úrslitið í kappingini eitt steyp undir verandi umstøðum, so var ikki so nógv meira at uppnáa hjá honum í felagnum. Venjarin viðgekk, at so fór hann at umhugsað, um hann skuldi fara víðari á sínari yrkisleið.
Tottenahm og Ajax dystast um pláss í finaluni klokkan 20.00 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald