Manchester United hevur fingið nýtt lív undir nýggja venjaranum Ole Gunnar Solskjær. Eftir at Jose Mourinho varð koyrdur eftir at hava tapt 3-1 móti Liverpool, hevur Manchester United vunnið tríggjar dystir á rað við norðmanninum við róðrið.
Í dag vann Manchester United 4-1 á Bournemouth. Dagsins leikari gjørdist stjørnuleikarin Paul Pogba, sum skoraði 2 mál og legði upp til eitt.
Pogba legði Manchester United á odda eftir fimm minuttum og økti um støðan til 2-0, tá 33 minuttir vóru spældir. Marcus Rashford skoraði enn einaferð beint undan hálvleikinum, men Bournemouth vóru skjótir at svara aftur og minkaðu til 3-1 áðrenn liðini fóru til hálvleik.
Manchester United skoraðu aftur í 79. minutti, tá Paul Pgoba legði upp til Romelu Lukaku.
Við sigrinum í dag er Manchester United bert trý stig aftanfyri Arsenal á fimta plássi. Bournemouth, sum hevði eina framúr byrjan uppá kappingarárið, liggja nú á 12. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald