Fótbóltur

Rasistisk róp mótvegis Pogba

Eisini á Twitter vóru rasistisk úttalsi mótvegis Manchester United-leikarum at síggja, eftir at hann brendi eitt brotsspark í 1-1 javnleikinum í Wolverhampton í gjárkvøldið. Felagið og onnur hava tikið frástøðu frá hesum.

Pogba misnýtti brotssparkið, og hetta fekk ógvuliga keðiligar avleiðingar fyri hann (Mynd: EPA)

Pogba misnýtti brotssparkið, og hetta fekk ógvuliga keðiligar avleiðingar fyri hann (Mynd: EPA)

2019-08-20 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester United hevur seinnapartin alment meldað út, at felagið vamlast yvir, hvussu Paul Pogba varð viðfarin eftir Premier League-dystin í gjárkvøldið. Felagið skrivar, at tað tekur ógvusliga frástøðu frá rasistisku rópunum, ið fraklendingurin fekk yvir seg.

Brent brotsspark kostaði United sigurin

Miðvallarin vann eitt brotsspark miðskeiðis í 2.hálvleiki í dystinum ímóti gjár, og hann ynksti sjálvur at taka tað, hóast Marcus Rashford skoraði trygt úr ellivu metrum móti Chelsea seinasta vikuskifti. Ole Gunnar Solskjær váttaði eftir dystin, at Pogba og Rashford deilast um leiklutin sum brotssparksskjútti, og at teir hava ábyrgdina av, hvør tekur nær. Á upptøkunum sást Rashford játta ynskinum hjá Pogba. Trupulleikin var bara, at frakleningurin ikki megnaði at skora, og harvið fekk United eitt stig og ikki trý.

[object Object]
(Eftir dystin á Molineux - Mynd: EPA)

Hetta hildu summir áskoðarir, ið vóru til dystin, gera tað í lagi at útseta Pogba fyri rasismu. Sum skilst var talan um United-áskoðarar, og felagið hevur í dag sagt, at slíkt als ikki hoyrir heima ella verður góðtikið í felagnum.  

Eisini á Twitter skrivaðu fleiri rasistiskt mótvegis Pogba, eftir at hann brendi brotssparkið. Fleiri viðleikarar og aðrir fótbóltsleikarar hava í dag víst Pogba sín stuðul á sosialu miðlunum og tikið frástøðu frá rasismurópunum. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder