Fótbóltur

Pogba ikki til reiðar til HM-endaspælið

Ein av lyklaleikarunum á gull-liðnum í 2018 er so mikið darvaður av skaða í knæðnum, at hann ikki verður við hesuferð.

2022-10-31 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Paul Pogba skifti í summar aftur til Juventus í summar, men 29-ára gamli miðvallarin hevur, fyriuttan 45 minuttir í einum venjingardysti, als ikki spælt seinastu mánaðirnar.

Pogba varð fyrr i ár skurðviðgjørdur fyri meniskskaða og hevur eisini havt trupulleikar við lærinum. Í dag váttar nýggi umboðsmaður hansara, Rafaela Pimenta, fyri tíðindastovuni AFP, at Pogba hevur tørv á meira tíð fyri at koma fyri seg, og at nógv umtalaði miðvallarin ikki spælir fyri Juventus fyri HM, og at hann ikki er tøkur hjá Dider Deschamps. Hetta er greitt eftir nærri kanningar í Torino (Italia) og Pittsburgh (USA)

Frakland skal royna at verja HM-heitið í Katar. Pogba var lyklaleikari í Russlandi í 2018, og tað var ein annar sentralur miðvallari, sum heldur ikki er tøkur hesuferð, eisini. N' Golo Kanté var frálíkur fyri fýra árum síðani, tá Frakland vann HM fyri aðru ferð í søguni, men ein ringur skaði í baklærinum hevur gjørt, at Chelsea-leikarin ikki hevur spælt síðstu tveir mánaðirnar, og Kanté verður ikki á vøllinum aftur í ár.

Ein annar lyklaleikari í verjukenda spælinum er Raphael Varane úr Manchester United. Hann fór út við skaða móti Chelsea fyri níggju døgum síðani, tárini vóru frammi, og HM er eisini í vanda fyri hansara viðkomandi.

Í mun til í 2018 er Karim Benzema nú við hjá Fraklandi, og Balon d'Or-vinnarin kann avgjørt gera mun í Katar, har Frakland spælir sín fyrsta dyst 22. november. Hesin dysturin er ímóti Avstralia. Hini liðini í bólkinum eru Danmark og Tunesia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder