2019-07-09 08:29
Pól Jóhannus Justinussen longdi í gjárkvøldið sáttmálan við NSÍ. Pól hevur avgjørt verið ein av stuðulsleikaranum hjá felagnum seinastu árini, og hevur ein sera stóran týdning fyri NSÍ liðið.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at Pól hevur við síni styrki og fótbóltsførleika verði ein brandur á NSÍ liðnum í ár, tí eru hettar gleðiboð fyri NSÍ viðhaldsfólkini at Pól nú hevur longt um sáttmálan.
Pól Jóhannus er ein sera royndur leikari, og hevur leikt áleið 300 dystir í bestu deildini í Føroyum, umframt fleiri landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald