Nógvir áskoðarir eru komnir á Tórsvøll í kvøld til dystin millum Føroyar og Pólland, hóast oysandi regn. Eisini eru nógvi póllendingar komnir at stuðla sínum liði.
Í dystinum koma polakkar seg betri frá byrjan eftir fyrsta hálvleik. Føroyingar tykjast ikki at vera klárir frá byrjan, og eftir óskipaðum verjuspæl hjá føroyingum løgdu póllendingar seg á odda 1-0 við málið frá Sebastian Szymanski.
Longu í 4. minutti varð 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Bæði liðini høvdu torført við at fáa spælið at koyra fyrstu minuttirnar, men póllendingar komu tó til farligari støður enn føroyingarnir. Eftir 20 minuttir fáa póllendingar ein gyltan møguleika at økja um støðuna, men Mathias Lamhauge í málinum stórbjargar.
Hóast póllendingar koma til fleiri vandamiklar støður, eru føroyingar enn við í dystinum og klára at standa ímóti.
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19:45: Føroyar - Pólland (0-1)
Føroyar (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Gunnar Vatnhamar - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald