Pólska manslandsliðið fekk tað, sum tað kom eftir her Føroyum: Trý stig. Hetta kom væl við í einari tíð við nógvum rumbli, venjaraskifti, í dysti uttan skadda stjørnuspælaran Robert Lewandowski og í stríðnum um EM-luttøku.
Tað gongur tó ikki væl hjá póllendingunum at sleppa til Varsjava, har lykladystur móti Moldova er á skránni sunnudagin.
Støðan í bólki E eftir fimm umfør:
1. Albania 13 stig
2. Pólland 9 stig
3. Kekkia 8 stig *
4. Moldova 8 stig *
5. Føroyar 1 stig
* Ein dyst færri
Pólska landsliðið kom til Føroya við leigutúri hjá Atlantic Airways, men túrin aftur til Varsjava er bókaður við einum øðrum flofelagi. Flogfarið skuldi eftir ætlan fara klokkan 16.15, men tað var tað ikki hugsingur um eftir umstøðunum; við ringum sýni og vindbløkum upp til 30 m/s.
Póllendingar bíða í Vágunum...teir fóru tó av flogvøllinum aftur við bussi (Mynd: sport.fakt.pl)
Hetta skrivar stóra pólska heimasíðan fakt.pl og vísir eisini til pólska fótbóltssambandið, ið hevur dagføring um støðuna. Har verður skrivað, at trygdin kemur í fremst røð, og at flogfarið so eftir ongum umstøðum fer úr Føroyum í kvøld.
Í pólsku leguni verður vónað, at tað fer at síggja betri út í morginárini, so at liðið kann koma fram til Varsjava og til dystin móti Moldova í góðari tíð, og so at hvíldin verður í lagið. Í nátt gista tey í pólska ferðalagnum aftur í Havn.
Flogferðslan í Vágunum er eitt sindur ávirkað av veðurlíkindunum í løtuni. Ein koma úr Keypmannahavn og ein fráferð til danska høvuðsstaðin eru avlýstar. Seinkanir standa eisini at vera á atlantic.fo - millum annað er túrurin hjá føroyska ferðalagnum til Prag fyribils útsettur ein og ein hálvan tíma. Føroyar spæla í Kekkia sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald