Tað legst afturat hópinum hjá sundalagsmonnum. Í gjár boðaði felagið frá, at Filip Djordjevic hevði skrivað undir við felagið, og í kvøld er aftur ein sáttmáli kunngjørdur.
Eyðstein Zachariasen, næstformaður í EB/Streymi og Salmundur Bech (Mynd: EB/Streymur)
Til venjingina í kvøld legðist ein nýggjur leikari aftrat hópinum. Talan er um 26 ára gamla Salmundur Bech, sum flytir norður úr Suðuroynni, skrivar EB/Streymur í fráboðan.
Salmundur Bech leikti í fjør við FC Suðuroy, og hevur verið har øll árini, fyri uttan kappingarárið 2020, tá hann var í NSÍ.
Salmundur Bech fyri NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Porkeringurin spældi sambært FaroeSoccer 25 dystir í 1. deild í fjør og skeyt 11 mál. Samlað hevur Salmundur leikt 100 dystir í Betri deildini og skotið 16 mál. Í 1. deild varð tað til 74 dystir og 23 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald