Sáttmáli er í kvøld gjørdur millum EB/Streym og Filip Djordjevic. Hesum boðar felagið frá.
Filip er 27 ára gamal og kemur upprunaliga úr Serbia. Filip flutti til Føroyar í 2010, og hevur síðani spælt við ymiskum feløgum, seinast í TB.
Filip hevur sambært FaroeSoccer leikt 256 dystir í bestu deildini og skotið 40 mál. Umframt hetta hevur hann leikt 34 dystir í steypakappingini, og 21 dystir í europa cup. Sostatt er talan um ein sera royndan leikara, sum kann røkja nógv pláss í álopspartinum. Vónin er, at tilgongdin av Filip eisini kann hjálpa okkara ungu leikarum at mennast enn meira.
Fróði R. Petersen, formaður í EB/Streymi og Filip Djordjevic (Mynd: EB/Streymur)
Filip Djordjevic spældi við KÍ fyrstu tvey árini 2011-2012 og við Víkingi við 2019. Í 2020 fór hann til Fuglafjarðar at spæla, har hann spældi í hálvtannað ár áðrenn leiðin í fjørsummar gekk til Suðuroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald